Tað var undan dystinum eitt ivamál, um Norðurírland og Danmark yvirhøvur kundu fara á vøllin at leika fótbólt. Men liðini vórðu tó noydd út á tað sera váta grasið, sum førdi til, at fyrri hálvleikur var tað reina vatnkríggj, og stórt sæð eingir málmøguleikar vóru at síggja. Fyrri hálvleikur endaði eisini væl hóskandi 0-0.
Í seinna hálvleiki var regnið hæsað av, og lættari gjørdist at leika fótbólt. Seks minuttir inn í seinna hálvleik eydnaðist tað unga Nicklas Bendtner at leggja Danmark á odda 1-0, eftir at hann í aðru atløgu fekk prikað bóltin í netið.
Eftir leiðslumálið kom heimaliðið longri fram á vøllin, og tíggju minuttir eftir fyrsta málið gav tað úrslit, tá ið Warren Feeney eftir uppspæl í vinstru fekk javnað til 1-1.
Tíggju minuttir fyri leiklok var skommin hjá Danmark fullkomin, tá ið málrevurin David Healy skoraði sigursmálið eftir eitt sera hegnisligt lobb yvir Thomas Sørensen í danska búrinum.
Óansæð úrslitið ímóti Íslandi mikudagin, endar Danmark á einum snópisligum fjórða plássi í teirra bólki.










