Danmark endaði í krútbólki

Lutakastið til EM endaspælið í Póllandi og Ukreina er akkurát liðugt og hevði Morten Olsen, landsliðsvenjari hjá Danmark, ikki grá hár á høvdinum áðrenn, so hevur hann tað nú. Danmark er í bólki við Hollandi, Portugal og Týsklandi. Eisini landsmenninir hjá Brian Kerr fáa tað torført. Írland er í bólki við Spania, Kroatia og Italia.

 

Bólkur A:

Pólland, Tjekkia, Grikkaland og Russland

 

Bólkur B:

Holland, Danmark, Portugal og Týskland

 

Bólkur C:

Spaina, Írland, Kroatia og Italia

 

Bólkur D:

Ukreina, Frakland, Svøríki og Ongland

 

18:30: Heimasíðan Zonal Marking hevur roknað út hvar hvør bólkur liggur á FIFA styrkislistanum við at finna miðaltalið á londunum á FIFA styrkislistanum. Úrslitið er:

Bólkur A: 31,25

Bólkur B: 5,75

Bólkur C: 9,75

Bólkur D:23,25

 

Úrslitið staðfestur bara, at bólkur B er krútbólkurin, meðan bólkur C ikki er so langt aftanfyri.

 

18:22: Fyrsta sparkið komandi summar verður 8. juni, tá Pólland og Grikkaland spæla opningsdystin.

 

18:01: Tað mundi vera við ringum tannabiti, at Peter Schmeichel luttók í EM lutakastinum í Kiev. Danmark kom í avgjørt sterkasta bólkin saman við Hollandi, Portugal og Týsklandi. Øll liðini í bólki A; Pólland, Tjekkia, Grikkaland og Russland, munnu fegnast um lutakastið. Írland fær eisini trupult við at koma víðari úr bólki C. Ongland fekk sterkasta liðið úr fjórða styrkisbólki, men munnu annars verða væl nøgdir við lutakastið.

 

17:37: So byrjar lutakastið hvørja løtu. Fyrst fær Gary Speed sáli eina vakra heilsan frá UEFA. Gary Speed var funnin deyður sunnumorgunin í sínum egna heimi. Landsliðsvenjarin hjá Wales var bara 42-ára gamal.

 

17:35: Nú kemur ein góður føroyavinur á pallin við sjálvum steypinum. Talan er sjálvandi um Michel Platini, sum er UEFA forseti. Hann hevur verið í Føroyum fleiri ferðir og handaði í fjør FM steypið til HB liðskiparan, Fróða Benjaminsen.

 

17:28: Adidas hevur aftur hesa gjørt ein nýggjan bólt til endaspælið. Hann verður vístur fram í løtuni. Adidas hevur fingið nógvar ákoyringar fyri bóltarnar síðani HM 2006, tí teir eru ov lættir og sveva nógv í luftini. Bólturin hevur fingið heitið: "Adidas Tango 12".

 

17:25: Nú er ein leikari frá hvørjum vinnandi EM liðið komin á pallin. Peter Schmeichel umboðar Danmark frá 92'liðnum, sum eisini hevði núverandi føroyska landsliðsvenjaran, Lars Olsen, og fyrrverandi landsliðsvenjarin hjá okkum, Henrik Larsen, á liðnum.

 

17:10: Giovanni Trapattoni, landsliðsvenjari hjá Írlandi, sigur at hann vil ikki møta Onglandi, tí teir eisini hava ein italskan venjara í Fabio Capello.

 

17:00: Sambært UEFA so eru 55 minuttir settir av til lutakastið, sum er í Kiev í Ukreina. So tað gongur nokk ein løta áðrenn sjálvt lutakastið byrjar. Greitt er longu, at Pólland verður í bólki A og Ukreina í bólki D.

 

Styrkisbólkur 1:

 

Ukreina: Hetta er fyrstu ferð at Ukreina er við til eitt EM endaspæl. Stóra stjørnan er fyrrverandi AC Milan og Chelsea framherjin, Andrej Shevchenko. Hann spælir nú við Dinamo Kiev. Venjari er Dinamo Kiev legendan Oleg Blokhin, sum eisini var landsliðsvenjari frá 2003 til 2007.

 

Pólland: Vertur saman við Ukreina. Pólland er tað landið, ið er styrkismet lægst á FIFA styrkislistanum undan EM endaspælinum. Landið liggur í løtuni á einum 66. plássi. Hevur tó fyrimun av at verða á heimavølli.

 

Spania: Heimsmeistarar og Evropameistarar. Meiri er ikki at siga um Spania, sum má mesta sum ein av favorittinum at vinna EM aftur. Einki land hevur tó megnað at vunnið EM tvær ferðir upp í slag.

 

Holland: Kom í finaluna í HM endaspælinum í Suðurafrika og er saman við Spania og Týsklandi favorittur at vinna gull. Holland vann EM gull í 1988 og hevur luttikið í øllum endaspølunum síðani tá. Heldur Robin van Persie fram við at skjóta líka nógv mál sum hann ger í løtuni, so er ikki óhugsandi at Holland kann gera ein vørr og endurtaka bragdið frá 1988.

 

Styrkisbólkur 2:

 

Týskland: Altíð ein hóttan. Vann EM í 1972 og 1980 sum Verturtýskland og í 1996 sum Týsland. Tapti í finaluni í 2008 móti Spania, men tykist gerast sterkari fyri hvørt HM og EM endaspæl síðani 2006. Vann allar tíggju dystirnar í undankappingini.

 

Italia: Vóru hepnir at vinna á Tórsvølli móti okkum, men munnu helst fara at geva øllum liðnum í endaspælinum ein skarpan gang. Heimsmeistarnir frá 2006 hava ikki vunnið EM síðani 1968. Taptu finaluna í 2000 upp á “golden goal” móti Fraklandi.

 

Ongland: Hevur ongantíð vunnið eitt EM endaspæl og lítið røkist fyri at tað verður hesa ferð. Wayne Rooney er leikbannaður fyrstu tríggjar dystirnar og tí er eitt sindur ivasamt um Fabio Capello tekur hann við endaspælið. Ongland gjørdist í 1968 nummar trý og tapti á heimavølli í hálvfinaluni í 1996 móti Týsklandi eftir brotssparkskapping.

 

Russland: Russland vísti stórspæl fyri fýra árum síðani og kom til hálvfinaluna. Andrey Arshavin var stórspælandi og gjørdi tað saman fyri Arsenal stutt eftir. Dick Advocaat stendur á odda fyri liðnum.

 

Styrkisbólkur 3:

 

Kroatia: Er við fyri fjórðu ferð. Fyrstu ferð var í 1996. Tók øll av bóli í HM endaspælinum í Fraklandi í 1998. Stóra stjørna er Tottenham miðvallarin, Luka Modric. Venjari er Slavan Bilic, sum í síni tíð var ein harður miðverji, sum tó kundi detta nakað lætt, spyr bara Laurent Blanc.

 

Portugal:Tað var um reppið at Cristiano Ronaldo ikki slapp við til endaspælið, tá Danmark fór avstað við fyrsta plássinum í undankappingarbólkinum. Við sigri á Bosnia Herzogovina er Portugal tó klárt til at kappast við um EM gullið. Portugal var í 2004 í finaluni á heimavølli, men tapti móti Grikkalandi.

 

Grikkaland: Sendi sjokkbylgjur gjøgnum allan fótbóltsheimin, tá teir vunnu EM gull í 2004. Tað er tó ósannlíkt, at Grikkland megnar at taka fótbóltsheimin av bóli hesa ferð – men tað søgdu tey flestu eisini í 2004.

 

Svøríki: Komu til hálvfinaluna í 1992 á heimavølli, men annars hevur svenska landsliðið havt trupult við at gera vart við seg í EM kappingum. Lyklaleikarin er Zlatan Ibrahimovic, sum tó hevur tað við at lata sinnalagið avgera hvussu avrikini hjá honum eru.

 

Styrkisbólkur 4:

 

Frakland: Hevur nakað at prógva eftir at landið gjørdi sær fyri skommum í HM endaspælinum í Suðurafrika. Stjólu plássið frá Írlandi við at brúka hondina til hjálpar í avgerandi málinum og tá teir so komu fram noktaðu teir at venja. Frakland hevur vunnið EM tvær ferðir, í 1984 og 2000.

 

Danmark: Vann undankappingarbólkin frammanfyri Portugal, men danir skulu nokk verða hepnir við lutakastinum um teir skulu koma úr bólkaspælinum. Danmark vann í 1992 EM gull í Svøríki. Núverandi føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, var liðskipari hjá Danmark tá.

 

Írland: Tey slikka framvegis sárini eftir hondbóltsmálið hjá Thierry Henry, ið frátók teimum rættin at sleppa til HM endaspælið í Suðurafrika. Tykjast spæla sum ein eind, men skulu nokk sum Danmark fáa eitt gott lutakast um teir skulu koma víðari úr bólkinum.

 

Tjekkia: Vann sum Tjekkislovakia EM gull í 1976. Kom í 1996, sum Tjekkia, í finaluna, men tapti móti Týsklandi. Í 2004 kom liðið allanvegin til hálvfinaluna, men tapti. Liðið er ikki eins sterkt og tað onkuntíð hevur verið.