Danmark tók í kvøld eitt fet ímóti HM-endaspælinum, tá ið teir í næstseinasta undandystinum vunnu ein sera týdningarmiklan 1-0-sigur á útivølli ímóti Montenegro, sum teir undan dystinum vóru á einum jøvnum øðrum plássi saman við.
Sigursmálið hjá Danmark skeyt Christian Eriksen tá ið eitt gott korter var spælt. Talan var um eitt gott langskot við vinstra beini, sum smoygdi seg inn við nærmastu stong.
Danmark er nú ógvuliga tætt við at vinna sær annað plássið í bólki E og harvið at sleppa í playoff. Um Danmark skal fáa fyrsta plássið og harvið sleppa beinleiðis til endaspælið, so krevur tað sigur ímóti Rumenia sunnudagin samstundis sum at Pólland skal tapa ímóti Montenegro.
Við einum máli í evstu løtu syrgdi Harry Kane í kvøld fyri, at Ongland við einum 1-0-sigri ímóti Slovenia nú hevur spælt seg í HM-endaspælið. Tað hevur Týskland eisini við einum 3-1-sigri ímóti Norðurírlandi í kvøld.
Bólkur C
Aserbadjan – Kekkia 1-2
Norðurírland – Týskland 1-3
San Marino – Noreg 0-8
Bólkur E
Armenia – Pólland 1-6
Montenegro – Danmark 0-1
Rumenia – Kasakstan 3-1
Bólkur F
Ongland – Slovenia 1-0
Malta – Litava 1-1
Skottland – Slovenia 1-0










