Tann álvarssama kreppan í Evropa hevur ikki fingið donsku stjórnina at sleppa politisku ætlanini um, at Danmark eigur at fara upp í evrusamstarvið. Tað sigur Claus Hjort Frederiksen, fíggjarmálaráðharri, við Ritzau-tíðindastovuna.
-Tað eru fleiri fyrimunir viðat vera í evrusamstarvinum og vísir millum annað á, at á heysti í 2008 noyddist danski tjóðbankin at brúka nógvar pengar fyri at verja krónuna. Hann sigur seg vóna, at teir donsku veljararnir fara at síggja fyrimunirnar, so skjótt kreppan er avhasað.
Danski fíggjarmálaráðharrin ásannar, at tað er ikki serliga hugaligt at brúka danskar skattapengar, tí at suðurevropeisk lond hava rikið ein ábyrgdarleysan fíggjarpolitikk.
-Men mín einfalda niðurstøða er, at rapar tað í Griklalandi, Portugal og Spåania fer tað at fáa avleiðingar, sum eisini fara at raka okkum. Tí er tað betur, at vi eru við, tí so sleppa vit eisini best ígjøgnum kreppuna, sigur Claus Hjort Frederiksen við Ritzau.