Tann ágangandi politikkurin hjá Russlandi eigur at fáa danir at styrkja landsins verju. Tað skrivar fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin Lene Espersen, sum er framsøgukvinna hjá teimum konservativu í verjumálum.
Í grein í Berlingaranum vísir Lene Esprsen á, hvat Putin hevur gjørt við umberingini at verja russiska minnilutan á Krim. Hon stúrir fyri, at hann kann finna upp á at verja russiska minnilutan har eysturi í Ukraina, og hvat kann so henda í teimum baltisku londunum, spyr hon.
Fyrrverandi uttanríkisráðharrin skrivar, at tann danski verjupolitikkurin er ikki lagaður eftir tí, sum nú er hent. Tí skýtur hon upp, at Danmark skal taka fulllan lut í rakettverjuni, sum NATO fyrireikar, og at skipast skal fyri felags venjingum, har bæði herurin, flotin og flogvápnið luttaka. Eisini mælir hon til at geva verjuni møguleikan at kalla eyka manning inn.
Í Vinstra eru tey til reiðar at umrøða uppskotini hjá teimum konservativu. Framsøgumaður floksins í verjumálum, Troels Lund Poulsen, sigur við DR, at serliga uppskotið um danska luttøku í rakettverjuni hjá NATO tykist áhugavert.
Ole Hækkerup, sum er verjutalsmaður hjá Sosialdemokratnum, er samdur við Lene Espersen um, at støðan er ørkymlandi, men leggur afturat, at tað mesta av tí, sum hon skrivar, er longu í verandi verjuavtalu í Fólkatinginum.










