Danmark bukað í Parkini

Sponsku europameistararnir vunnu ikki minni enn 3-0 á danska tjóðarvøllinum í gjárkvøldið. Fyri steðgin var Danmark annars væl við, og teir kundu eins væl og mótstøðan skorað. Men har var tó málleyst í steðginum. Eftir steðgin settu gestirnir seg tó á dystin. Xabi Alonso legði Spania á odda beint eftir steðgin, áðrenn Xavi eftir 73 minuttum økti til 2-0. So var dysturin í roynd og veru avgjørdur, og stutt fyri dystarlok kundi Xabi Alonso skjóta sítt næsta mál.