Danmark bjóðar útlendingum Kashmir, Nephew og Carpark North

Á stóru tónleikamessuni í Berlin Poppkomm ger danski tónleikaídnaðurin í hesum døgum, væl stuðlaður av almennum peningi, eitt stórt átak fyri at fáa danskan tónleik fram. Høvuðstiltakið var eitt dansk kvøld í spælistaðnum Postbahnhof í gjárkvøldið, har m.a. Nephew, Kashmir og Carpark North spældu.

Á tiltakinum spældu fimm bólkar: Diefenbach, The Movement og G! gestirnir í fjør Kashmir, og í ár Nephew, umframt Carpark North, ið næsta vikuskiftið spælir í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hetta er ein stór álitisváttan hjá bólkunum, ið sostatt skulu síggjast, sum teir bólkarnir, sum fyriskipararnir síggja størstu møguleikarnar í.