Eftir eina eitt sindur trilvandi byrjan á EM traðkaði Trine Troelsen rættiliga í karakter í gjárkvøldið, tá Danmark spældi seinasta dystin í innleiðandi bólkaspælinum móti Spania.
Við seks málum var hon ein av avgerandi leikarunum í dystinum, sum endaði við 22-19 sigri til heimaliðið.
Danmark fer nú í millumumfarið við fýra stigum, og tað hevur nógv at siga. Við úr bólkinum koma Rumenia, sum taka tvey stig við sær, og Spania, ið kemur við ongum.
Í bólki B hendi tað eitt sindur løgna, at Russland, Montenegro og Kroatia øll endaðu á fýra stigum, og tí fáa øll trý londini tvey stig við sær til millumumfarið. Tað merkir, at Danmark er einasta land í millumbólki eitt,k sum hevur fýra stig.
Støðan í millumbólki eitt er:
Danmark 47-41 4
Russland 52-48 2
Montenegro 52-51 2
Rumenia 52-51 2
Kroatia 53-58 2
Spania 45-52 0
Millumbólkur tvey:
Noreg 67-35 4
Svøríki 58-43 4
Holland 43-38 2
Ungarn 34-52 2
Frakland 40-54 0
Ukraina 38-58 0