Danmark basti heimsmeistarunum í spennandi dysti

Danmark er víðari og fronsku heimsmeistararnir eru úti eftir at Danmark vann avgerandi dystin.

Luttøkan við HM stóð upp á spæl, tá ið Danmark og Frakland brustu saman í dag.

Danmark hevði munin fyri tað mesta, men Frakland helt fast til seinastu løturnar.

Seinastu fimm minuttirnar leikaði tað serliga hart á.

Frakland tók seg inn á Danmark, og hevði møguleikan at javna við fríum vongskoti, men danski málverjin bjargaði.

Í hinum endanum var hepni eisini við dønum, tá ið Anne Mette Hansen sendi eitt dundurskot á tvørtræið, sum sprakk í ryggin á franska málverjanum og so í málið. Einir tríggir minuttir restaðu í og støðan var 18-16 til Danmark

Frakland minkaði um munin við brotskasti samstundis sum Danmark fekk eina útvísing við einum tveimum minuttum eftir.

Danmark fekk stórar trupulleikar í næsta álopinum, men danski bakkurin Anne Mette Hansen bjargaði aftur liðið sínum við skotið úr stórari fjarstøðu til 19-17.

Og dramatikkurin vardi til seinastu løtu, tá ið Frakland skoraði sera skjótt og Danmark tók time-out við hálvum minutti eftir og støðuni 19-18.

Danmark slapp ikki móti málinum og dómararnir hevjaðu hendirnar í loft. Við einum 15 sekundum eftir var trupult, men brádliga bjóðaði danski vinstri bakkurin av, og so var brotskast.

Tað endaði trygt í netinum, dysturin endaði 20-18 og Danmark kemur víðari til høvuðsumfarið við einum stigi í skjáttuni.

Úr bólki B koma eisini Týskland við trimum stigum og Suðurkorea við einum stigið víðari. Tær báðar tjóðirnar spældu javnleik fyrr í dag.