Danmark bankaði Moldova

HM 2022: Danmark vann heili 8-0 á Moldova í kvøld

Tað eru fleiri dystir í HM 2022-undankappingini í kvøld. Ein dystur í okkara bólki hevur verið. Danmark vann heili 8-0 á Moldova, sum Føroyar fingu javnleik móti hóskvøldið.

Tað gekk skjótt hjá danskarunum at seta Moldova upp á pláss. Teir komu á odda upp á brotsspark aftaná 19 minuttir, og bara tjúgu minuttir seinni er 5-0. Hesa løtuna var Moldova sett ikki til staðar, meðan Danmark spældi avbera væl.

Bara tríggjar minuttir inni í seinna hálvleiki økti Kasper Dolberg til 6-0, áðrenn Moldova kláraði at tetta eina løtu. Danmark setti punktum við tveimum málum í seinastu tíggju minuttunum. Danmark spældi við tíggju nýggjum spælarum í mun til 2-0 sigurin á Ísrael í fyrsta umfari.

Støðan:

1.     Danmark 6*

2.     Eysturríki 1

3.     Skotland 1

4.     Føroyar 1

5.     Moldova 1*

6.     Ísrael 0

*Spælt tveir dystir