Danmark aftur mist hermenn í Afghanistan

Fýra NATO-hermenn doyðu í einari sjálvmorðsatsókn í Afghanistan í morgun. Tveir teirra vóru danir

Teir fýra NATO-hermenninir vóru úr teirri sokallaðu CIMIC-deildini, sum arbeiðir við at endurreisa Afghanistan. Teir vóru í býnum Gereshk har suðuri í Helmand-økinum, tá ein bumba brast tætt hjá teimum. NATO-leiðslan í Afghanistan heldur, at talan var um eina sjálvmorðsbumbu, og Taleban kunngjørdi fyrrapartin, at rørslan hevði ábyrgdina av atsóknini í Gereshk.

 

Ein danur hermaður varð særdur í atsóknini í morgun. Frammanundan ligger ein danskur hermaður á einum hernaðarsjúkrahúsi í Kandahar. Hann varð særdur í gjár, tá deild hansara var á kanningarferð í Upper Gereshk Valley.

 

Danmark hevur havt hermenn í Afghanistan síðani januar í 2002, og síðani 2006 hava teir havt støð í Helmand-økinum har suðuri í landinum. Tíggju danskir hermenn hava latið lív í Afghanistan.

 

Í løtuni hevur Danmark 550 hermenn í NATO-deildini í Afghanistan.