Danski hermaðurin Anders Bjørn Storgaard doyði í bardaga við Taleban í gjár Anders Bjørn Storgaard doyði, og ein felagi hansara varð særdur, tá danskir hermenn komu í skotbardaga við limir í Taleban har suðuri í Afghanistan í gjár.
Danska herleiðslan eigur, at umleið 35 danskir hermenn vóru á eftirlitsferð uttan fyri herstøðina Armadillo, tá limir í Taleban fóru at skjóta eftir teimum.
Tað eydnaðist at reka álopsmenninar aftur, men bardagin kostaði Anders Bjørn Storgaard lívið, og ein annar hermaður varð særdur.
Sostatt hevur Danmark mist tríggjar hermenn í Afghanistan í hesum mánaðinum.









