Danmark á odda í Gundadali

Føroyar eru nummar seks við einum gull, tveimum silvur og trimum bronsuheiðursmerkjum

Nú bert dagurin í dag er eftir at stóru norðurlendskum junior meistarastevnni í svimjing, sum er í svimjihøllini í Gundadali hetta vikuskiftið, er tað Danmark, sum hevur vunnu flestu heiðursmerkini.

 

Noreg er – sambært svimjing.com kanska eitt sindur óvæntað, men ikki óuppiborið nummar tvey, og Svøríki er nummar trí.

 

Bestu kortini til at vinna heiðursmerki eru stafettirnar hjá Svøríki, Danmark og Noregi, og millum einstaklingar tey bæði Marius Solaat Rødland og Elise Næss Olsen úr Noregi.

 

Føroya eru nummar seks á heiðursmerkjalistanum: Ein gull, tvær silvur og tríggjar bronsu. Bara Ísland liggur aftan fyri Føroyar við trimum bronsuheiðursmerkjum.

 

TRÝST HER fyri at síggja myndir, sum myndamaðurin hjá Miðlahúsinum, Álvur Haraldsen, tók í svimjihøllini í gjár.

 

TRÝST HER fyri at síggja heiðursmerkjabýtið millum svimjarar og millum lond