Eitt hart kjak hevur tikið seg upp um §266 b í Danmark seinastu dagarnar, aftaná ein úrskurð í rættinum í Helsingør, har ein dani varð dømdur fyri rasismu mótvegis muslimum.
Orðingin, ið dómarin metti vera rasistiska, var at islam fer at ”misbrúka demokratiið til at beina fyri demokratinum.”
Dómurin er fallin í ringa jørð hjá fleiri donskum politikarum, ið eru farnir at ivast í, um lógin livir upp til endamálið, og ynskja tí eina kanning av endamálinum við lógini. Tað skrivar Jyllands-Posten.
- Vit vilja gjarna lýsa fyrimunir og vansar við lógini. Tí sum støðan er í dag, so er Danmark ikki eitt stað, har vit kunnu hava eitt veruliga frítt kjak, tí tað er bannað at hava nakrar meiningar. Tað, haldi eg, er ein trupulleiki, sigur Peter Kofod Poulsen, framsøgumaður hjá Dansk Folkeparti í rættarmálum, ið væntandi fer at leggja fram eitt uppskot um at eftirmeta lógina.
Sambært Jyllands-Posten, so stuðla Liberal Alliance, SF, Alternativet, De Konservative og Socialdemokraterne eini ætlan at gera eina nágreiniliga kanning av lógini, meðan Søren Gade, leiðari fyri tingbólkin hjá Venstre, eisini tekur væl móti uppskotinum.

Danmark: §266 b stendur fyri skotum















