Danska løgreglan hevur handtikið 14 fólk fyri at hava ætlanir um yvirgang í Danmark.
Tað boðar danska fregnartænastan PET frá í dag.
Sjey persónar eru varðhaldsfongslaðir, og sjey persónar afturat skulu setast fram í grundlógaravhoyring í dag.
Handtøkurnar eru gjørdar í sambandi við eina størri aktión á Sælandi, sum PET gjørdi í samstarvi við løgregluna um vikuskiftið.
Sjey av fólkunum eru skuldsett eftir sonevndu terrorlógargreinini í revsilógini. Sambært skuldsetingini hava fólkini skaffað sær evni og lutir til framleiðslu av spreingievni umframt vápn. Seks fólk afturat við tilknýti til málið skulu í grundlógaravhoyring í dag, og ein persónur er handtikin í Týsklandi.
– Hetta er eitt álvarsamt mál. Okkara fatan er, at hesi fólk hava ætlan um og førleika til at fremja yvirgangsálop í Danmark, sigur PET.
Danski løgmálaráðharrin takkar PET og løgregluni fyri gott arbeiði.
– Málið vísir tíverri, at yvirgangsvandin móti Danmark framvegis er álvarsamur. Men vit hava eina dugnaliga og árvakna løgreglu, sum hevur víst, at tey ansa eftir okkum, sigur Nick Hækkerup á Twitter.
Danska løgreglan vil ikki gera fleiri viðmerkingar um málið í løtuni.










