Dánjal við sangi til abban

Her sæst nýggja sjónbandalagið hjá Dánjali á Neystabø

Dánjal, bólkurin hjá Dánjali á Neystabø, hevur í dag kunngjørt nýtt sjónbandalag. Bólkurin arbeiðir við nýggjari stuttfløgu, sum kemur út í heyst.


Lagið, sum Dánjal hevur kunngjørt í dag, ber heitið Beth.

- Lagið eitur Beth, og er ogna abba mínum tá hann misti sína kæru konu/okkara elskaðu ommu, sigur Dánjal í fráboðan á Facebook.


Bólkurin Dánjal telur sjey fólk: Kim Rafael Nyberg, Annika Jessen, Sidse Holte, Stephen Sieben, Erik Olevik og Ulrik Brohuus.


Gestatónleikarar á lagnum Beth eru Andreas Birk, Heðin Ziska Davidsen, Bo Rande, Niklas Antonsen og Kristian Tangvik.


Lagið er upptikið av August Wanngren í Real Farm Studios í Danmark, og tað eru Dánjal á Neystabø, Kim Rafael Nyberg og Tróndur Bogason, ið hava framleitt.


Dánjal hevur útgávukonsert í Byens Lys á Christinia tann 11. november, og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði tann 2. februar.