Hondbóltsútisetarnir á manssíðuni hava skotið fitt av málum í dag í Danmark, Noregi og Íslandi.
Í dag var føroyingauppgerð og oddauppgerð úti í Heimaey millum liðið hjá Dánjal Ragnarssyni, ÍBV og liðið hjá Nicholas Satchwell, Allani Norðfoss og Pæturi Mikkjalsson, KA.
Tað gjørdust Dánjal og eyjamenn sum vunnu uppgerðina 35-31. ÍBV legði góðan botn í fyrra hálvleiki. Í steðginum var ÍBV á odda 17-12.
Dánjal Ragnarsson skoraði eitt mál fyri ÍBV í dag.
Pætur Mikkjalsson hevði eitt framúr gott avrik hjá KA, og hann gjørdist toppskjútti við níggju málum. Allan Norðberg skoraði eitt mál fyri KA.
Nicholas Satchwell hevði fimm bjargingar fyri KA í dag.
Í annaðkvøld klokkan 19 spælir liðið hjá Vilhelm Poulsen og Rógva Dal-Christiansen, Fram móti Grótta á útivølli.
Komandi sunnudag spælir KA móti Stjørnuni á útivølli. Sama kvøld spælir ÍBV útidyst móti Vali.
##med2##
| Nummar | Felag | Dystir | Vunnir | Javnir | Taptir | Stig | |
|---|---|---|---|---|---|---|---|
| 1 | ÍBV | 3 | 3 | 0 | 0 | 6 | |
| 2 | Haukar | 3 | 2 | 1 | 0 | 5 | |
| 3 | Valur | 2 | 2 | 0 | 0 | 4 | |
| 4 | KA | 3 | 2 | 0 | 1 | 4 | |
| 5 | FH | 4 | 2 | 0 | 2 | 4 | |
| 6 | Fram | 2 | 1 | 0 | 1 | 2 | |
| 7 | Stjarnan | 1 | 1 | 0 | 0 | 2 | |
| 8 | Selfoss | 3 | 1 | 0 | 2 | 2 | |
| 9 | Afturelding | 2 | 0 | 1 | 1 | 1 | |
| 10 | Grótta | 2 | 0 | 0 | 2 | 0 | |
| 11 | HK | 2 | 0 | 0 | 2 | 0 | |
| 12 | Víkingur | 3 | 0 | 0 | 3 | 0 |












