Ein málrík føroyingauppgerð var í Heimaey í kvøld millum liðið hjá Dánjali Ragnarssyni, ÍBV og liðið hjá Vilhelmi Poulsen og Rógva Dal-Christiansen, Fram.
ÍBV vann dystin 34-31. Í steðginum var Fram á odda 16-14.
Vilhelm Poulsen skoraði sjey mál og Rógvi Dal-Christiansen skoraði fimm mál fyri Fram í kvøld. Dánjal Ragnarsson skoraði bert eitt mál fyri ÍBV í kvøld, men stóð sum sigursharri í føroyingauppgerðini í kvøld.
Liðini spæla aftur 23. mars. Tá tekur Fram móti KA hjá Allani Norðberg og Nicholas Satchwell. Sama kvøld spælir ÍBV móti Afturelding á útivølli.
Støðan:
Nummar | Lið | Dystir | V | J | T | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | Haukar | 16 | 12 | 2 | 2 | 26 | |
2 | Valur | 16 | 11 | 2 | 3 | 24 | |
3 | FH | 15 | 11 | 2 | 2 | 24 | |
4 | ÍBV | 16 | 10 | 2 | 4 | 22 | |
5 | Stjarnan | 16 | 8 | 2 | 6 | 18 | |
6 | Selfoss | 16 | 8 | 1 | 7 | 17 | |
7 | Afturelding | 15 | 6 | 4 | 5 | 16 | |
8 | KA | 16 | 7 | 1 | 8 | 15 | |
9 | Fram | 17 | 6 | 2 | 9 | 14 | |
10 | Grótta | 15 | 4 | 1 | 10 | 9 | |
11 | HK | 16 | 1 | 1 | 14 | 3 | |
12 | Víkingur | 16 | 1 | 0 | 15 | 2 |