Dánjal og ÍBV eru bert tvey stig frá oddinum

Dánjal Ragnarsson skoraði fýra mál tá ÍBV vann á útivølli í kvøld

Lagið er framúr í Vestmannaoyggjunum í kvøld. ÍBV vann í kvøld 32-28 á Stjørnuni á útivølli í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. Hálvleiksstøðan var 16-15 til Stjørnuna.

 

Dánjal Ragnarsson var á vøllinum størsta partin av dystinum, fyri tað mesta á vinsta vongi og fekk Dánjal skotið fýra mál eftir skjótálop.

 

Sunnudagin spælir ÍBV á útivølli móti Grótta, ið liggur triðaftast í deildini.

 

Hini føroyingaliðini spæla eisini sunnudagin. Liðið hjá Pæturi Mikkjalsson, Allani Norðberg og Nicholas Satchwell, KA spælir á útivølli móti Selfossi. Og liðið hjá Rógva Dahl-Christiansen og Vilhelmi Poulsen, Fram spælir á útivølli móti Stjørnuni. 

 

Nr. Lið:DystirVJTStig
1 Haukar1072116
2 Valur962114
3 ÍBV970214
4 FH961213
5 Stjarnan960312
6 Afturelding942310
7 Fram84048
8 Selfoss83056
9 KA93066
10 Grótta72145
11 HK80080
12 Víkingur90090