Dánjal javnaði í síðstu løtu

1.DEILD: B36 misti sigurin á stokkinum

Dánjal Godtfred javnaði til 1-1. Her sæst hann saman við liðfelaganum Salmundi Bech og FC Suðuroy formanninum Eyðbjørn Thomsen

Í fjør tryggjaði FC Suðuroy sær uppflyting í næstbestu deildina. Í dag var fyrsta royndin í 1. Deild. Tað var á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá B36, sum inntil í 90. minutti vóru frammanfyri 1-0.

 

Málið skoraði Rói Wilhelm Fossabrúgv, tá ið ein stórur tími var farin. Uppleggið átti Jógvan Kárason Gullfoss.

 

Síðani tað var greitt, at FC Suðuroy fór at spæla í 1. deild, er liðið nógv styrkt. Eitt nú eru fleiri spælarar, sum áður hava spælt í bestu deildini, nú aftur í barndómsfelagnum. Her verður hugsað um Salmund Bech, John Villi Wøldike Leo og Dánjal Godtfred.

 

Og tað var Dánjal Godtfred, sum javnaði til 1-1, tá ið vanliga leiktíðin var um at vera farin. Uppleggið átti innskifti Teit Hjelm, sum í dag spældi fyri fyrstu ferð í 1. deild.

 

Í øðrum umfari fær FC Suðuroy vitjan av AB. Tað verður leygardagin um eina viku.

 

Fríggjadagin í næstu viku fer B36 at spæla grannauppgerð á útivølli ímóti FC Hoyvík.

 

Dánjal Godtfred javnaði til 1-1. Her sæst hann saman við liðfelaganum Salmundi Bech og FC Suðuroy formanninum Eyðbjørn Thomsen