Dánjal hevur útgávukonsert á G

Dánjal á Neystabø er klárur við nýggjari fløgu og hon verður givin út á G

Tá Dánjal á Neystabø og hansara bólkur fer á pall á G!, er tað samstundis útgávukonsert fyri hansara nýggju fløgu.

 

Tí hóast fløgan ikki kemur út uttanlands fyrrenn í heyst, kemur hon út á G! í Føroyum.

Í hesum sambandi hava tey eisini gjørt eitt kykmyndalag til sangin Raindrops, ið var fyrsta staklagið av fløguni, og sum bleiv spælt nógv í føroyskum miðlum, tá tað kom út.

 

Fløgan er sambært Dánjali sjálvum, djúphugsaður poppur. Sjálvur er hann  heimkomin eftir fleiri ár í útlegd, har hann hevur spælt nógv

kring Evropa við hesum bólkinum.

Hetta er ein samanrenning av donskum, svenskum og finskum tónleikarum, ið spæla tónleikin, ið Dánjal og mandolinleikarin Kim Nyberg hava skrivað saman.

 

 Á DMA í 2012, vann bólkurin “Best Live Act” heiðurslønina.