Hoyr nýggja lagið á leinkjuni niðast í greinini. At Dánjal á Neystabø er ein ógvuliga virkin tónleikari, er bólkurin Dánjal og verkætlanin Ævintýraferðin, sum hann hevði saman við Búa Dam, bestu dømini um. Nú vísir Dánjal so higartil ókendar síður av sær sum tónleikari, har hann saman við danska Stephan Sieben hevur gjørt bólkin Momo, sum er japanskt orð og merkir ferska.
Talan er um melidiøsan elektroniskan popptónleik, har allir tekstirnir so ella so snúgva seg um frukt – eins og navnið á bólkinum eisini ger tað.
Staklagið, sum Momo hevur kunngjørt, ber heitið Coconut Lover. Av øðrum sangum, sum verða kunngjørdir seinni, eru Apple Song, Strawberry Dance og A Whiter Shape of Grape.
Momo hevur tikið upp samstarv við kenda danska framleiðaran Rune Borup, sum framleitt fyri eitt nú Slowolf, Vinnie Who og I Got You On Tape.
Hoyr lagið Coconut Lover á leinkjuni her.