Dánjal á ferð

Í kvøld er Dánjal á palli í Tivoli.

Dánjal á Neystabø er í kvøld kl 19:30 danska tíð farin á pall í Tivoli í Keypmannahavn.

Hann er saman við bólki sínum á ferð og nakrar spælingar eru á skránni komandi dagarnar.

Við bólki sínum, ið bert nevnisdt Dánjal, er Dánjal á Neystabø virkin, hóast hann fyri stuttum flutti aftur til Føroya at búgva, og hinir limirnir í bólkinum búgva í útlondum - haðani flestu - um ikki allir - eisini eru.

Dánjal er annars aktuellur við síðubólkinum Momo, ið hevur givið meira elektroniskan tónleiki út, men í løtuni er tað Tivoli of konsertferðin, ið tað ræður um.