Arsenal, sum var uttan Cesc Fabregas, spældi Porto av vøllinum. Danski framherjin, Nicklas Bendtner, legði Arsenal á odda longu eftir fimm minuttir. Um miðjan fyrra hálvleik økti Bendtner til 2-0 eftir uppspæl frá Andrei Arshavin.
Í seinna hálvleiki helt Arsenal fram við góða spælinum. Sami Nasri gjørdi tað til 3-0 við einum framúrskarandi einmansavriki. Løtu seinni økti innskifti Emmanuel Eboue eftir eitt frálíkt skjótálop. Nicklas Bendtner fekk sítt hattrick, tá hann í evstu løtu skoraði til endaliga úrslitið 5-0 upp á brotsspark.
Í Firenze var Fiorentina fleiri ferðir á odda, men tá avtornaði vann Bayern München samanlagt. Juan Vargas legði Fiorentina á odda í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki økti Stevan Jovetic, men Mark Van Bommel minkaði stutt eftir um munin. Stevan Jovetic legði enn eina ferð Fiorentina á odda samanlagt, áðrenn Arjen Robben við einum kanónskoti sendi Bayern München í fjórðingsfinaluna.
Arsenal-FC Porto 5-0 (2-0)
1-0: Nicklas Bendtner, 10.
2-0: Nicklas Bendtner, 25.
3-0: Samir Nasri, 64.
4-0: Emmanuel Eboue, 66.
5-0: Nicklas Bendtner, 90. (br.)
Arsenal víðari samanlagt 6-2
Fiorentina-Bayern München 3-2 (1-0)
1-0: Juan Vargas, 28.
2-0: Stevan Jovetic, 54.
2-1: Mark van Bommel, 60.
3-1: Stevan Jovetic, 64.
3-2: Arjen Robben, 65.
Bayern München víðari samanlagt 4-4 við fleiri útivallarmálum