Fornfrøði í Koltri. Tíðindafundur í Dímum. Bringubreiðir politikarar, sum lata seg heiðra av danska kongshúsinum.
Ja, upplivingarnar verða mangar, men siðbundnar, tá Margretha drotning og Heindrikkur prinsur vitja í Føroyum um summar.
Sostatt eru ongi útlit fyri, at føroyingar sleppa at bjóða hennara hátign til royala konsert á Tórsvølli hjá Sir Elton John, ið man vera tónleikavitjan kongum verdug.
Men úti í Tinganesi hava tey leingi havt úr at gera við at fyrireika drotningavitjanina, sum verður í døgunum 26. juni – 1. juli.
Petur Petersen, serligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, sigur við Sosialin, at skráin er um at koma undir land, men enn eru nakrir snøklar eftir.
Kemur víða um
Umframt, at drotningin fer at brúka kongsskipið Dannebrog sum pall, tá hon fer at heingja heiðursmerki á bringurnar á toppunum í føroyska samfelagnum, kemur drotningin víða um í næstan øllum landinum. Úr Norðoyggjum og suður til Stóru Dímun. Farið verður eisini vestur um til Mykinesar og Vágar, til Norðstreym, í Eysturoynna, út í Koltur og til Havnar. Eisini er ætlanin at sigla eitt sindur runt millum oyggjarnar, eitt nú suður um Hestoynna. Har skipið leggur at, verður vitjað á stovnum, hjá kommunum og í fyritøkum.
Roknað verður við, at hennara hátign leggur leiðina framvið nýggja skúlan við Løkir í runavík. Eisini fer hon helst at vitja skúlan við Løgmannabrey og Fiskivinnuskúlan í Vestmanna.
Skinka og fornfrøði
Millum meiri forkunnugu vitjanirnar nevnir Petur Petersen Koltur, har tey í løtuni seta gamla býlingin í upprunaligan stand, sum hann sá út í gamlari tíð. Hesa stóru verkætlan hevur grunnurin hjá drotningahjúnunum stuðlað. Drotningin fær helst nakað serligt burtur úr at síggja hesa verkætlan, tí hon hevur sera stóran áhuga, og útbúgving, innan fornfrøði og søgu sum heild.
Ein annar øðrvísi steðgur verður í Stóru Dímun, har tey turka danskar skinkur hjá Danish Crown á sama hátt, sum føroyingar hava turkað lambskjøt í øldir. Ongin ivi er um, at tey kongaligu sleppa at smakka skinkurnar frá danska krúnusláturvirkinum.
Arbeitt verður eisini við at halda sjálvan tíðindafundin úti í Dímun. Verður so, verður pressan flogin út á oynna við tyrlu.
Plan B og C
Nógv fólk og stovnar eru uppií fyrireikingunum til vitjanina. Umframt danska hovið, hava vit løgregluna, Vaktar- og Bjargingartænastuna, Færøernes Kommando, Løgmansskrivstovuna og Uttanríkisráðið.
- Ein slík vitjan er eitt puslispæl at fáa upp á pláss. Trygdin skal sjálvandi vera í lagi, og so skulu vit samskipa ynskini hjá ymsu pørtunum, so alt hóskar inn skránna, sigur Petur Petersen, serligur ráðgevi. Eisini vísir hann á, at í summum førum er neyðugt við bæði “plan b og plan c” um til dømis veðrið ikki er til vildar.