Hóast teir hava leitað væl og leingi, hava fronsku myndugleikarnir framvegis ikki funnið teir tríggjar menninar, sum vóru við einum donskum stuttleikabáti, sum varð funnin holvdur í Biscayavíkini tann 29. september.
Báturin, sum æt Jonathan Livingston, lá fyri akkeri í Moulin Blanc-havnini í franska býnum Brest frá 7. til tann 23. september. Teir tríggir danirnir, sum vóru millum 30 og 50 ára gamlir, vóru í Brest nakrar dagar, áðrenn báturin loysti, men teir søgdu ongantíð, hvønn veg teir skuldu.
Tann 29. september fann eitt fiskiskip tann danska bátin holvdan knappar 70 fjórðingar frá Brest, men menninir vóru ikki at síggja.