Danir vilja lata føroyingum hvalin

Tað nógv umrøddi hvalurin, sum liggur í Vejle Fjord í Danmark, hevur veruliga skapt yvirskriftir í donsku pressuni, og nú halda danir føroyingar skulu taka sær av hvalinum. Ein atkvøðugreiðsla hevur seinastu dagarnir verið á eb.dk, har danir kunnu siga sína hugsa um, hvørja lagnu hvalurin skal fáa, sum hevur liggur á Vejle Fjord, og allarhelst fer at nýta sínar seinastu dagar har.

11 prosent av teimum luttakandi siga seg ynskja, at hvalurin verður dripin við harpun.

12 prosent halda, at hvalurin skal drepast við kanón.

8 prosent halda, at spreingiløðingar skulu leggjast á høvdi á hvalinum, og soleiðis skal hann takast av døgum.

Og heili 69 prosent halda, at danir skulu ringja eftir einum bólki av føroyingum, sum helst vita hvussu man skal gera við slíkan hval.

Meirilutin av teimum spurdu halda eisini, at hvalurin skal sleppa at doyggja í frið, heldur enn at takast av døgum.