Donsku stjórnarflokkarnir lova fólki skattalætta, men tað vilja flestu danir als ikki hava 48 prosent av teimum donsku skattgjaldarunum halda, at stjórnarflokkarnir eiga at sleppa øllum tosi um skattalætta. Tað vísir ein nýggj spurnarkanning, sum eisini vísir, at 44 prosent vilja hava minni skatt.
Kanningin, sum stendur í Politiken, vísir, tað eru serliga kvinnurnar, sum eru ímóti skattalætta.
Danskir fjølmiðlar vænta tó ikki, at kanningarúrslitið fær nakra stórvegis ávirkan, tá floksformenninir Anders Fogh Rasmussen og Bendt Bendtsen hittast í dag at tosa um júst skattin.