Danir høvdu ikki verið í iva, skuldu teir valt forseta í USA í dag. Í einari kanning, sum Megafon hevur gjørt fyri Politiken og TV2, siga heili 84 prosent av teimum spurdu, at tey høvdu atkvøtt fyri Barack Obama. Bara fýra prosent høvdu valt Mitt Romney, og 11 prosent vita ikki, hvønn tey høvdu valt.
Eins og í USA vilja kvinnurnar í Danmark hava Obama at halda fram í Hvítu Húsunum. Bara eitt prosent av kvinnunum í Megafon-kanningini siga, at tær høvdu valt Romney. 86 prosent høvdu valt Obama. Av monnunum høvdu 83 prosent valt Obama og átta prosent Romney.
Kanningar í øðrum evropeiskum londum, Kina og Japan hava víst, at eisini har vilja nógv tey flestu hava Barack Obama at halda fram í forsetaembætinum.