Danir vilja ikki hava nýtslugjøld

Flestu danir vilja hava somu atgongd til vælferðarsamfelagið, sum teir eru uppvaksnir við og hava viðvirkað til, og tí er ein meiriluti av fólkinum ímóti at leggja nýtslugjøld á ymsar vælferðartænastur.

Ein meiningakanning, sum Politiken og TV2 hava latið gera, vísir, at 64 prosent av teimum spurdu eru ímóti at rinda nýtslugjald fyri eitt nú sjúkrahúsviðgerð, bókalán ella framhaldsútbúgvingar.

Í somu kanning siga 72 prosent, at Danmark eigur at varðveita eina vælferðarskipan, har allir borgarar - uttan mun til inntøku - hava atgongd til somu vælferðartænastur, og at tær í høvuðsheitum skulu fíggjast ígjøgnum skattin.

Lars Bo Kaspersen, professari á handilsháskúlanum í Keypmannahavn, sigur við Politiken, at kanningin vísir, at danir vilja varðveita tað, sum teir eru vanir við.