Ein meiriluti av danska fólkinum vilja, at fíggjarligu bondini millum Danmark og Grønland verða kvett, um londini skulu skiljast.
- Fer Grønland úr ríkisfelagsskapinum, skal Gønland ikki framhaldandi hava ríkisstuðul.
Tað halda 74 prosent av teimum spurdu í Danmark í einari kanning, sum er gjørd fyri www.tv2.dk
Bert 17 prosent eru púra ella lutvíst ósamd í hesum sjónarmiði, veit Sermitsiaq at siga, sum endurgevur úr kanningini hjá donsku sjónarpsrásini.
Grønlendski fólkatingslimurin, Aaja Chemnitz, heldur, at tað er ein "heilt náttúrlig avleiðing", at viðurskiftini við ríkisstuðli broytast, um Grønland velur at gerast sjálvstøðugt.
- Men, eg haldi meg ikki duga at hoyra, at ein meiriluti av grønlendingum ynskir sjálvstýri í morgin, sigur hon við www.tv2.dk.
Kanningin, sum danska sjónvarpsrásin sipar til, og sum Sermitsiaq endurgevur, varð gjørd í døgunum, 30. og 31. januar í ár.