DIF hevur júst gjørt eina eftirmeting av Olympisku vetrarleikunum í Torino, og felagsskapurin er sinnaður at lurta eftir sjónarmiðum úr Føroyum og Grønlandi. Ætlanin er, at DIF nú fer at taka fundir við føroyskar og grønlendskar myndugleikar um málið.
- Tað skal viðgerast, um vit í størri mun skulu lata undantøk til eitt nú føroysk og grønlendsk ítróttarfólk, sigur Jesper Frigast Larsen, elituleiðari í DIF, við TV2.