Danir vilja hjálpa føroyingum

Nú danska havumhvørvislógin er løgd fyri tingið og eftir viðgerðina har er farin í Trivnaðarnevndini, so bjóðar Svend Auken orkumálaráðaharri føroyingum hjálp í sambandi við at seta lógina í gildi

Jan Müller

úr Keypmannahavn


Millum ráðharrarnar, sum Anfinn Kallsberg tosaði við, meðan hann var staddur í Keypmannahavn rundan um vitjan Maldela í Danmak, var eisini orku- og umhvørvismálaráðharrin, Svend Auken.

- Eg tosaði við Svend Auken um umhvørvismál og so oljuvinnu. Hann var sera opin og positivur ikki minst tá vit komu at tosa um oljuvinnuna.

Løgmaður vísir á, at tað er eitt risastig fyri føroyingar at fara undir eina oljuvinnu.

- Vit hava fingið ta donsku lógina um havumhvørvi, sum ætlanin er at fáa tingið at seta í gildi fyri Føroyar. Tað eru ógvuliga nógvir praktiskir spurningar at taka støðu til í sambandi við oljuna. Tað var í hesum sambandi, at Svend Auken beyð sær til at hjálpa okkum, nú teir sjálvir hava so drúgvar royndir á økinum.

Seinasta hond verður nú løgd á avtaluna, sum í næstum skal samtykkjast av løgtinginum, fólkatinginum og bretsku stjórnini.