Eftir øllum at døma vilja danir hava Asian Sensation út í kvøld, og Mohammed og Lindu at hittast í finaluni Ein atkvøðugreiðsla hevur verið á heimasíðuni hjá danska blaðnum Jyllands Posten www.jp.dk
Úrslitið er, at 62 prosent av teimum, ið hava atkvøtt, vilja hava Asian Sensation at fara úr kappingini í kvøld.
Lucas er næstur við 24 prosent, meðan Linda Andrews bert hevur 4 prosent.
Vitjandi á heimasíðuni hava eisini haft møguleika fyri at atkvøða um hvør skal vinna X-Factor, og har er úrslitið eitt annað.
Favorittur er Mohamed við 37 prosentum, nummar tvey er Linda við 29 prosentum, og Sidsel er nummar trý við 13 prosentum.
Verður finalan sum danir ynskja, so fer slagið at standa ímillum Lindu og Mohammed.