Í seinasta lagi um tíggju ár eigur Margretha drotning at siga trúnuna frá sær og at lata Fríðrik krúnprins taka við. Tað siga 40 prosent av teimum spurdu dønunum í einari kanning, sum er gjørd fyri Politiken og TV2. 11 prosent halda, at drotningin eigur at fara frá nú.
Serfrøðingar siga, at drotningin fer ikki at siga trúnuna frá sær. Burtursæð frá Niðurlondum er tað ikki siðvenja, siga teir. Harafturat hevur drotningin sagt, at hon verður sitandi á trúnuni, til hon dettur av henni.
Jes Fabricius Møller, lektari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, sigur við Politiken, at kanningarúrslitið sigur meiri um, at Fríðrikur krúnprinsur og Mary krúnprinsessa eru væl umtókt, enn at fólk eru misnøgd við drotningina.