Danir vilja hava Fogh at halda fram

Meirilutin av donsku veljarunum vilja hava Anders Fogh Rasmussen at halda fram sum forsætisráðharri, um NATO vrakar hann Skuldi tað hent, at NATO vrakar danska forsætisráðharran, so hann ikki fær starvið sum aðalskrivari har, eigur hann at halda fram sum forsætisráðharri.

Tað siga 54 prosent av teimum spurdu veljarunum í einari kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Berlingske Tidende. 22 prosent halda hinvegin, at vrakar NATO hann, eigur hann at leggja frá sær sum stjórnarleiðari.

Formaðurin í SF, Villy Søvndal, sigur, at úrslitið av kanningini gevur eina góða mynd av, at nógvir danir ivast eitt sindur í Lars Løkke Rasmussen sum forsætisráðharra.