Danir vilja hava finalu

Danska fótbóltssambandið liggur fram við eftir at fáa finaluna í UEFA-Cup fótbóltskappingini til Danmarkar í 2009. Europeiska fótbóltssambandið fer á næstu ráðstevnu sínari at gera av, hvar hendan finalan skal spælast. Fyri seks árum síðani var finalan í UEFA-Cup kappingini spæld í Parkini í Keypmannahavn, og DBU hevur gott mót um, at tað fer at eydnast at finaluna í 2009.