Fyri fyrstu ferð mælir ein meiriluti av danska fólkinum stjórnini til at seta skattasteðgin úr gildi. Sambært einari meiningakanning, sum Megafon hevur gjørt fyri Politiken og TV2, siga 53 prosent, at tað hevði verið eitt gott hugskot at sett skattasteðgin úr gildi. 37 prosent halda, at hann skal ikki takast av.
Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur tó ongar ætlanir um at sleppa skattasteðginum. Hann sigur við TV2, at stjórnin heldur fast um skattasteðgin, og at tað hevði verið skeivt at hækka skattin í einari krepputíð.
Sosialdemokratarnir og SF hava sagt, at tað er neyðugt við broytingum í verandi skatti, um danir skulu varðveita vælferðarsamfelagið.










