Danir vildu ikki hoyra talan um oljupengar

Danska stjórnin segði kortanei til føroyska útspælið um at mótrokna møguligar oljuinntøkur í blokkstuðlinum

Føroyska landsstýrið legði eitt nýtt uppskot um eina búskaparliga skiftistíð fyri donsku stjórnina á samráðingarfundinum hósdagin, men hetta uppskotið var sópa til viks av dønum.


? Vit halda ikki, at tað er rætt at blanda oljuna upp í hesar samráðingar, segði Poul Nyrup Rasmussen á tíðindafundinum eftir samráðingarnar.


? Vit hava sagt í eitt hálvt ár, at skiftistíðin verður ikki longri enn fýra ár, og tað halda vit fast við. Vit kunnu ikki gera nakað annað mótvegis danska fólkinum og flokkunum í Fólkatinginum, sigur danski forsætisráðharrin.


Landsstýrið fatar støðuna hjá dønum sum, at teir ikki vilja hava realitetssamráðingar um búskaparligu skiftistíðina.ngurólvi undan fyrsta FM róðrinum, men ta ferðina kiksaðu havnargenturnar.

Í kappingini millum 6-mannafør við monnum verður talan um innahýsis kapping í Sundalagnum. Hvessingur vann í Klaksvík, men hann fekk sera stóra mótstøðu frá Hósvíkingi, og eisini kollfirðingur vísti, at hann var væl við. Hesir tríggir bátarnir fara at liggja í miðjuni, tá startskotið í dag gongur av.

Vágagentur vóru nógv tær stinnastu í Klaksvík. Aftur í dag luttaka seytjan gentubátar. Frúgvin úr Miðvági liggur í miðjuni. Undir aðrar liðini fer hon at hava Beintu úr Miðvági, og undir hinari liðini fer Ørnin úr Sandavági at liggja.

Nýggja Tjaldrið vann sera sannførandi dreingjaróðurin í Klaksvík. Sum vit nevndu omanfyri, so hava onkrir av manningini verið eitt sindur sjúkir í hesi vikuni, men teir vera ivaleyst stinnir í dag, tá teir fara at gera eina nýggja roynd at verja heiðurin hjá róðrarfelagnum NSÍ. Størstu kappingina fara teir at fáa frá FM vinnaranum frá í gjør, Havfrúnni úr Vestmanna, og á Norðoyarstevnu vísti Kollur úr Kollafirði, at teir ætla sær at verða uppií, har tað gongur fyri seg.

Startdómarar í dag eru Kristian Martin Joensen og Martin Berg meðan Trúgvi Johansen er høvuðsdómari.