Danir verja Christian Poulsen

Sjálvt um Christian Poulsen hevur møtt mótstøðu alla staðni í Evropa eftir býtta reyða kortið, sum hann fekk í týdningarmikla landsdystinum ímóti svium síðsta leygardag, so eru danir klárir at bjóða honum vælkomnum aftur á landsliðið, tá hann er klárur eftir tríggjar dagar langa leikbannið, sum hann fekk fyri slagið, hann sendi Marcus Rosenberg.

Ein kanning, sum Catinét hevur gjørt fyri Ritzau, vísir, at heili 74,4 % av teimum spurdu vilja hava Christian Poulsen aftur á landsliðið, meðan 17,1 % halda, at dysturin ímóti svium eigur at vera tann sísðti hjá Poulsen.