Danir verða mæltir til at brúka munnbind í bussinum og tokinum

Talan er ikki um eitt krav, men bert eitt tilmæli

Nú mæla danskir heilsumyndugleikar øllum til at brúka munnbind, tá ferðast verður í eitt nú bussi, metroog toki. Tilmæli er galdandi í ávísum tíðarbilum á samdøgrinum.

Heilsumyndugleikarnir skriva á heimasíðu síni, at tað er skilagott at brúka munnbind, um mann ferðast við almennum transporti, tá tað kann vera trupult at halda frástøðu frá øðrum ferðandi.

Orsøkin til hetta tilmæli er, at nógv fólk koma úr feriu og heim til Danmarkar aftur í næstu viku, og tí roknar man við, at fólk fara at hava minni frástøðu komandi tíðina.