Danir verða eisini avlurtaðir

Eftirlit verður eisini havt við telefonsamrøðum, internetnýtslu og mailum í Danmark - eins og tað verður í USA. Tað veit Kristiligt Dagblað í dag.

Tað vakti annars miklan ans um allan heim, tá tað herfyri varð avdúkað, at amerikanska trygdartænastan, National Security Agency (NSA), heldur eyga við samskiftisnýtsluni hjá amerikanarum.

Men sambært Peter Laursen, sum hevur granskað í avlurtingum av telefonum, og sum er lektari í informatiónsvísindi við lærda háskúlan í Århus, hava danir onga orsøk at gerast forargaðir um tað, sum hendir í USA. Tað sama hendir nevniliga eisini í Danmark.

- Tað er ilt at vita, júst hvussu amerikumenn hava borið seg at, men tað er ikki eitt ókent fyribrigdi í Danmark, at eftirlit verður havt við samskiftinum hjá fólki, sigur hann. Tað er tann sonevndi "terror-pakki 2", sum áleggur veitarum at skráseta nýtsluna hjá brúkarunum.

Hvørjaferð tú ringir ella smsar, og hvørjaferð tú vitjar eina heimsíðu á netinum, verða upplýsingarnir goymdir og skrásettir. Hevur tú fartelefon, verður tað harumframt støðugt skrásett, hvar tú ert.

Mett verður, at tað í 2012 vórðu gjørdar yvir 900 milliardir skrásetingar av samskiftinum hjá dønum. Men hóast stóra eftirlitið, hava tað síðani 2007 einans verið trý mál, har løgreglan hevur nýtt skrásetingarnar.

Men ikki øll halda, at tað er eitt gott hugskot við víðfevnda eftirlitinum. Fleiri hava ført fram, at tað er ein stórt inntriv í privatlívið, at fólk, sum ikki eru undir illgruna, verða avlurtað. Tað verður heldur ikki mett at vera rætt, at øll reikan á internetinum verður skrásett.