Danir venda sær frá Løkke

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur verið fyri nógvum ágangi teir seinastu mánaðirnar, og tað sæst nú aftur í einari meiningakanning, sum Rambøll hevur gjørt fyri Jyllandspostin.

Í kanningini siga 37,7 prosent av teimum spurdu, at Lars Løkke Rasmussen er tann rætti at røkja forsætisráðharraembætið. Tað er ein munandi afturgongd samanborið við eina tilsvarandi kanning í mars, sum vísti, at tá hildu 45,1 prosent hann vera tann rætta.

Í teirri nýggju kanningini siga 46,8 prosent, at tey vilja hava Helle Thorning-Schmidt til stjórnarleiðara. Tað er á leið tað sama sum í kanningini í mars.

15,9 prosent av teimum spurdu ivast.

Tað er ikki bara Lars Løkke Rasmussen, sum missir undirtøku millum veljararnar. Tað ger flokkur hansara, Vinstra, eisini. Hevði fólkatingsval verið nú, hevði flokkurin fingið 19,7 prosent av atkvøðunum, og so lítla undirtøku hevur flokkurin ikki havt, síðani hann kom aftur í stjórn í 2001.

Andstøðan hevði eisini vunnið, um fólkatingsval var í dag. Andstøðuflokkarnir høvdu fingið 53,2 prosent av atkvøðunum, og stjórnarflokkarnir, Danski Fólkaflokkurin og Liberal Alliance høvdu fngið 46,8 prosent.