Hevði fólkaatkvøða verið í Danmark nú um at seta evruna í gildi ístaðin fyri krónuna, hevði svarið verið eitt greitt ja.
Ein meiningakanning, sum stovnurin PLS hevur gjørt fyri Jyllandspostin, vísir, at 56 av teimum spurdu eru fyri at seta felags evropeiska gjaldyrað í gildi. 36 prosent eru ímóti, og hini átta prosentini ivast, hvat er tað rætta.
Sama kanning vísir, ar 88 prosent av teimum spurdu vænta, at evran fyrr ella einni kemur ístaðin fyri krónuna.
Danski Evropa-ráðharrin Bertel Haarder fegnast um, at so nógvir danir taka undir við evruni, men hann leggur dent á, at stjórnin hevur ongar ætlanir um at lata fólkið taka støðu til spurningin. Hann sigur, at tað fara at ganga ár, áðrenn fólkaatkvøða verður um málið.
Tað er heldur einki at siga til, at stjórnin er varin. Tann 28. september í 2000 var fólkaatkvøða í Danmark um evruna. Úrslitið varð, at 53,1 prosent atkvøddu ímóti at seta hana í gildi, hóast ein stórur meiriluti í Fólkatinginum hevði mælt fólki til at atkvøða ja.










