Danir vænta meiri skatt

70 prosent av teimum donsku skattgjaldarunum vænta, at tey sleppa at rinda meiri skatt tey næstu árini fyri at endurrinda tað, sum kreppan kostar. Tað vísir ein kanning, sum stovnurin Copos hevur gjørt, og sum Børsen endurgevur.

Síðani tann borgarliga stjórnin kom, hevur skattasteðgur verið í Danmark, og tann politikkurin fer at standa við, so leingi stjórnin hevur valdið, sigur skattapolitiski framsøgumaðurin hjá Vinstra, Torsten Schack Petersen við Børsen.

Næsta ár verður hallið í danska ríkiskassanum næstan 100 milliardir krónur.