Um Føroyar siga nei til at fáa ein radara upp á Sornfelli, so virða Danmark tað.
Tað gjørdu donsku politikararnir greitt á tíðindafundi í áðni, nú føroyski journalisturin Kaj Joensen setti teimum spurning um hetta.
– Um Føroyar siga nei, so virða vit sjálvandi tað, og so taka vit tað har frá, segði Trine Bramsen, verjumálaráðharri.
Men roknað verður ikki við, at Føroyar fara at siga nei. Tí tá føroyski journalisturin Kaj Joensen spurdi, um Danmark hevði nakra plan b, um Føroyar av onkrari orsøk skuldi sagt nei, bleiv sagt soleiðis:
– Vit koma nokk ikki at fáa brúk fyri einari plan b, segði Martin Lidegaard frá Radikale Venstre.
– Vit vænta, at tað verður politisk undirtøka úr Føroyum til hetta, segði umboðið fyri Venstre, Lars Christian Lilleholt.
Trine Bramsen vísti á, at hon er greið yvir, at Føroyar ikki hava givið grønt ljós til radaran enn, men at hon bíðar eftir at frætta úr Føroyum um hetta. Orsøkin til, at mann kortini framleggur Arktis-pakkan í dag, sjálvt um Føroyar ikki hava sagt ja enn, er, at talan er um eina drúgva process, har nógvir partar skulu við, segði hon. Men hon hevur fingið positivar ábendingar frá føroysku politikarunum um radaran, vísti hon á.
Les eisini: – Hetta snýr seg um trygdina hjá ríkisfelagsskapinum