Danir væl nøgdir við ES-formansskapin

Flestu danir halda, at Anders Fogh rasmussen, forsætisráðharri hevur gjørt eitt gott arbeiði sum ES-formaður.

Ein meiningakanning í Danmark vísir, at danir yvirhøvur eru av teirri uppfatan, at Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri og ráðharrar hansara hava gjørt eitt gott arbeiði, síðani Danmark tók við formansskapinum í ES í summar.

70 prosent av teimum spurdu siga, at ráðharrarnir hava loyst formansuppgávuna væl. Bert fýra prosent siga tað øvugta.

22 prosent halda, at Danmark hevur loyst uppgávuna sum formansland sera væl, og 48 prosent siga seg vera nøgd við gongdina. Bara trý prosent halda, at tað hevur gingið illa, og eitt prosent siga, at tað hevur gingið sera illa.

Samanborið við eina kanning fyri tveimum mánaðum síðanieru tað munandi fleiri, sum nú siga stjórnina hava gjørt eitt gott arbeiði. Í Keypmannahavn verður hildið, at hetta kemst helst av tí góða úrslitinum á toppfundinum í Bruxelles fyri einum mánað síðani. Tá samdust leiðararnir í teimum 15 ES-londunum um tað búskaparliga grundarlagið fyri, at tíggju nýggj limalond koma upp í samvaldið í 2004.