Fyrr ella seinni fáa allir danir í boðið at fáa eitt triðja prik. Tað upplýsir danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, á tíðindafundi í Danmark í dag.
Donsku heilsumyndugleikarnir eru sambært Magnus Heunicke nú í holt við at kanna, nær triðja prikið kann blíva aktuelt.
Longu í síðstu viku kom fram, at heilsumyndugleikarnir rokna við at viðmæla fólki at fáa eitt triðja prik - hetta er serliga ætlað persónum við veikari immunverju.
Tað kunnu til dømis vera krabbameinssjúklingar ella persónar, sum hava framt organtransplantión, sigur Søren Brøstrøm við TV2. Myndugleikarnir fara at hyggja at, hvussu man ger í øðrum londum hesum viðvíkjandi. Tí tað eru longu fleiri lond, ið hava í hyggju at koppseta við trimum prikum. Um nakrar mánaðir verður helst meira at frætta um, hvussu man víðari fer fram í Danmark.











