Tað stendur einki til hjá dønum, nú steðgur er í HM-hondbóltsfinaluni ímóti Spania í Barcelona. Støðan er 18-10 til Sapnia.
Tað danska álopsspælið hevur als ikki virkað, og danska verjan hevur havt stórar trupulleikar við teimum sponsku álopsspælarunum. Higartil í kappingini hava danir ofta vunnið upp á skjót mótálop, men í hesum dystinum eru tað spaniumenninir, sum hava fingið fleiri mál upp á júst skjót mótálop. Samstundis hevur tað órógvað danir, at spanska verjan hevur verið rættiliga offensiv.
Nú í steðginum ugga danskir viðmerkjarar seg við, at Danmark hevur verið aftanfyri við líka nógvum málum í týðandi dysti fyrr og kortini vunnið. Spurningurin er, um tað fer at eydnast aftur í dag.










