Danir tevja av álvara blóð

Danski viðmerkjarin í sjónvarpinum roknar við stórum sigri

Fyrrverandi stórspælarin og EM vinnarin við danska landsliðnum í 1992, Flemming Povlsen, heldur, at tað er góður møguleiki fyri, at Danmark í kvøld fer at vinna størsta sigurin í fótbóltslandsdysti í mong ár.

-Vit mugu krevja av okkara monnum, at teir halda fram í somu øði, sum teir hava víst undan steðginum. Um teir, sum hava verið á vøllinum, ikki megna tað, so eru tað aðrir, sum bíða á beinkinum og eru ógvuliga svangir at vísa, hvat teir megna. Tí rokni eg við, at tað er alt, sum  bendir á, at vit fara at vinna heilt stóran sigur, sigur Flemming Povlsen á Kanal 5.